Uttanlands

Óttast fyri at kavbátur er sokkin

Onki samband hevur verið við indonesiskan kavbát, sum var í einum øki har dýpið er 700 metrar seinast hoyrt varð frá honum

Savnsmynd av horvna kavbátinum (Mynd: EPA)

Savnsmynd av horvna kavbátinum (Mynd: EPA)

2021-04-22 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herflotin í Indonesia hevur sent seks krígsskip og eina tyrlu til eitt øki umleið 100 kilometrar út frá oynni Bali, har ein kavbátur er horvin. Óttast verður fyri, at hann er sokkin.

Eftir eitt samdøgur uttan samband við tey 53 fólkini umborð, eru vónirnar farnar at fjarða um at finna tey aftur á lívi.

Um báturin er sokkin í økinum, har tey seinast høvdu samband við hann í gjár, so kann hann liggja heilt niðri á 700 metra dýpi.

Talan er um ein 40 ára gamlan týskt bygdan kavbát, sum er bygdur til at kunna kava niður á millum 250 og 500 metra dýpi.

- Alt oman fyri tað kann vera vandamikið, hevur indonesiski admiralurin, Julius Widjojono sagt, sambært Reuters.

Fleiri onnur lond, harímillum USA, Týskland og Frakland, hava givið lyfti um hjálp. Avstralia er eisini í sambandi við indonesiskar myndugleikar fyri at finna út av, hvussu tey kunnu hjálpa.

Sambært einum avstralskum serfrøðingi í kavbátum og bjarging, er tað tó sera avmarkað hvat gerast kann fyri at hjálpa.

- Um kaváturin liggur á 700 metra dýpi, so er ikki nógv, ið kann gerast fyri at fáa fólkini út. Einasti háttur er at bjarga kavbátinum, men tað meira tíðarkrevjandi, sigur serfrøðingurin Frank Owen, sum eisini er leiðari fyri Submarine Institute of Australia.

Tað eru knapt fýra ár síðan, at ein argentinskur kavbátur við 44 fólkum umborð hvarv í Atlantshavinum. Tað gekk eitt ár til vrakið av innsprongda kavbátinum varð funnið á 800 metra dýpi.

Fyri tveimum árum doyðu 14 mans, tá eldur kom í ein russiskan kjarnorkudrivnan kavbát í Barentshavinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder