Í kvøld tekur KÍ á Svangaskarði ímóti sveisiska Luzern í Europa League. Hetta merkist millum annað í býarlívinum í Havn.
Um midnátt varð ein løgreglubilur sendur á eitt skeinkistað í Havn, har yvir 20 sveisiskir fótbóltsfjepparar vóru í sera góðum lag.
Ávirkaðir, høvdu hesir ongan hug at fara út, tá steingjast skuldi á midnátt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini. Løgreglan hevði tó sum so ongar trupulleikar av viðhaldsfólkunum hjá sveisiska liðnum, ið bert vóru ovurkátir.
Um 04-tíðina í nátt var eitt heilt lítið ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum. Ein bilførari rendi á tvey ferðsluskelti, ið bæði fingu skaða. Hvørki persónur ella bilur fekk tó nakran skaða. Førarin varð kannaður av løgregluni; tað vísti seg, at hann var púra edrúður - talan var bert um óansni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald