Innanlands

Óynskt vitjan í Fuglafirði

Løgreglan fer nú at gera kanningar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-09-07 08:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í nátt hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni, men júst sum tað sá út sum at tað var sloppið, fekk hon ein fráboðan um, at eitt innbrot hevði verið í Fuglafirði.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað er fyri eini heilt lítlari løtu síðani at fráboðanin kom, og tí vita tey enn ikki júst hvat er hent, bert at talan er um eitt innbrot.

Annars hevur sum sagt einki verið at gjørt hjá løgregluni, og tað kann tykjast sum um, at fólk ikki eru komin eins nógv í ónáðir nú summarið lækkar móti enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder