Páll á Reynatúgvu er veruliga komin í anglettin, eftir at hann boðaði frá, at hann heldur ikki hesa ferð fór til døgurða umborð á Dannebrog í samband við kongaligu vitjanina. Krúnprinsparið skipar fyri døgurða fyri innbodnum umborð á kongaliga skipinum, men løgtingsformaðurin heldur ikki tað er rætt, at danskir myndugleikar eru vertir, tá teir eru í Føroyum.
Hettar hevur BT fingið við. Í gjár skrivaðu tey, um at føroyski løgtingsformaðurin boykottaði døgurðan. Tey hava eisini tosað við tveir føroyingar, sum ikki hildu tað var rætt, at Páll á Reynatúgvu boykottar døgurðan.
- Eg haldi tað vera flovisligt, sigur Hanna Dalsenni, millum annað við BT.
Les alla greinina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald