Innanlands

Pallborðsfundur um hægri útbúgving í annaðkvøld

Eitt umboð úr móðurflokkinum og eitt úr ungmannafelagnum luttekur, og kjakið um útbúgving er skipað í tríggjar partar

Pallborðsfundurin verður í Kongshøll

Pallborðsfundurin verður í Kongshøll

2019-08-14 21:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

15.august kl. 19 skipa Ráð Teirra Lesandi og MFS fyri pallborðsfund um hægri útbúgving. Tiltakið er í Kongshøll í Sjóðvinnuhúsinum

Yvirskipaða evnið fyri pallborðsfundin er raðfesting og menning av hægru útbúgvingunum í Føroyum. Orðstýrari verður Rebekka Manuela Behrens. Kjakið er skipað í trimum pørtum:

1. Hvussu skulu útbúgvingartilboðini á hægru útbúgvingunum skipast? Herundir, um tað er uppgávan hjá Setrinum at skipa útbúgvingar eftir, hvør tørvurin er á arbeiðsmarknaðinum.
2. Hvussu skal Setrið mennast? Herundir spurningar um kampus, trivna, og hvussu Setrið kann fyribyrgja fráfalli.
3. Hvørja ábyrgd hevur samfelagið at rekrtuttera nýggja arbeiðsmegi? Og hvør er ábyrgdin hjá samfelagnum í samband við at byggja lestraríbúðir?

Allir flokkar eru bodnir at luttaka við einum umboði úr móðurflokkinum og einum úr ungmannafelagnum. Tey luttakandi eru:

Annika Olsen, Fólkaflokkurin og Beinir Johannesen, Huxa

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin og Anna Falkenberg, Ungmannafelagið Samband


Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin og Ingilín D. Strøm, Sosialistisk Ung

Sjálvstýri 

Uni Árting, Tjóðveldi og Hervør Pálsdóttir, Unga Tjóðveldi

Hanna Jensen, Framsókn og Jógvan Fríði Tróndarson, Framsøkin Ung

Steffan Klein Petersen, Miðflokkurin og Jóna Nicolajsen, Ung Fyri Miðflokkin


Ráð Teirra Lesandi og MFS 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder