Mentan

Palli Gregoriussen farin

Í dag hoyrir Palli Gregoriussen til í flokki saman við m.ø. Mykines, Ruth Smith, Ingólvi av Reyni, William Heinesen, Janus Kamban og H.C.W Tórgarð, tá ið um føroyska mentan ræður

2021-04-22 22:03 Author image
Minningarorð / Hannis Egholm og Albert Isfeld
placeholder

Týsdagin 20. apríl andaðist arkitekturin og mentamaðurin Jákup Pauli – vanliga nevndur Palli – Gregoriussen 88 ára gamalur.

Palli varð føddur 24. apríl 1932 og var elsti sonur Magnus Gregoriussen og Liffu Arge. Hann vaks upp í Bøgøtu mitt í Havn og gekk í skúla fyrst hjá mostrini Bette Arge í gróthúsinum á Svínaryggi og seinni í kommunuskúlanum. Fótbóltur, skótar og serliga fimleikur lógu frammalaga í huganum hjá unga havnardronginum, og hann var m.a. á kenda fimleikaskúlanum í Ollerup í eitt skeið. Eisini var hann millum teirra, ið stovnaðu felagið Bragdið eftir at áhugin fyri frælsum ítrótti var vaktur av filminum frá OL 1936, tá ið myrki amerikanarin Jesse Owens við sínum fýra gullheiðursmerkjum spilti spælið hjá Hitler.

Palli segði sjálvur, at úrslitini í skúlanum vóru ikki nakað serlig, evnini til handverk vóru ikki góð heldur, men tá ið hann var liðugur við realskúlan fekk hann eitt sindur av tilvild arbeiði á teknistovuni hjá Olaf Mortensen, arkitekti, og tað vísti seg, at hann her hevði eyðsýndar og serligar gávur.

Eftir fimm ár á teknistovuni hjá Olafi fór hann í 1953 niður á handverkaraskúlan í Haslev, haðani hann við frálíkum úrsliti tók prógv sum byggifrøðingur í 1956. Eftir lokið prógv fór hann aftur á teknistovuna hjá Olafi Mortensen og arbeiddi har inntil í 1957, tá ið hann fór til Keypmannahavnar at lesa til arkitekt á Kongaliga Kunstakademinum á Charlottenborg, har hann hevði Thyge Arnfred sum lærara og fekk arkitektaprógvið í 1960.

Palli hevði møtt Tove, meðan hann var í Haslev, og nú fluttu tey aftur til Havnar. Tove og Palli fingu fýra børn, Magnus, Frands, Katrin og Elisabeth. Tað var stór sorg fyri Palla, tá ið fyrst Tove doyði av sjúku í 2000 og hann seinni eisini misti tey bæði Magnus í 2013 og Katrin í 2016 í alt ov ungum árum.

Palli byrjaði egna teknistovu í húsunum í Bøgøtu 10. mars 1961, og líka síðani tá og inntil fyri heilt stuttum hevur hann verið virkin sum arkitektur.

Palli gjørdi beinanvegin vart við seg sum arkitektur í Føroyum og fekk fleiri stórar byggiuppgávur, og rættiliga umtalu fekk hann, tá ið teknistova hansara í 1964 vann sethúsakappingina, sum Føroya Sparikassi skrivaði út. Her var talan um rættiligt nýbrot í føroyskari húsabygging, har gjørt varð upp við gamla byggimynstrið og bygt varð til ta nýmótans familjuna, samstundis sum størsta virðing varð sýnd føroyskum byggisiði.

Onnur høvuðsverk, ið kunnu nevnast eru posthúsið í Klaksvík og Ellisheimið í Vágum (1967), Listaskálin (1970), Eysturskúlin (1980), Útvarpshúsið (1982), tilbygningur til Føroya Sparikassa í Havn (1984), Føroya Sparikassi við Tinghúsvegin, har ALS nú hevur skrivstovur (1985), tilbygningur til Listaskálan (1993), umvæling og víðkan av Vestmanna kirkju (2005) og nógv onnur.

Felags fyri øll bygningsverkini er hansara trygga og sannførandi tak um innrætting og skap. Eyðkend eru “neystatøkini”, sum mestsum gjørdust hansara vørumerki. Neyvan er tað ov nógv at siga, at eingin annar føroyskur arkitektur hevur havt so stóra ávirkan á føroyska byggilist sum Palli Gregoriussen.

Vit báðir undirritaðu eru takksamir fyri, at vit fingu møguleikan at arbeiða á teknistovuni hjá Palla í eitt longri tíðarskeið ávikavist í 70-unum og 80-unum, bæði meðan vit vóru undir útbúgving og síðani sum útbúnir arkitektar. At sleppa at arbeiða saman við Palla og at eygleiða og lurta, tá ið hann arbeiddi, fortaldi og hugleiddi er ein framíhjárættur, sum er untur teimum fæstu.

Prátið á teknistovuni var merkt av ansinum fyri list sum heild, og serliga føroyskari mentan  og list. Ofta var politikkur eisini á lofti. Palli var tjóðskaparsinnaður – ein rættur fullveldismaður. Har var onki himpr.

Góður kvøðari var hann, og av og á kundi hann tríva í okkurt ørindi. Onkrar morgnar kundi hann stillisliga tríva í eitt sálmalag, og tá gjørdist røddin serliga kensluborin og følin.

Øll árini teknaði og avmyndaði Palli sítt umhvørvi á ferðum burturi og heima. Serligan tokka hevði hann til gomlu Havnina. Hesar tekningar gav hann út í fleiri bókum: “Ferðatekningar” (1986), “Tórshavn vár miðstøð og borg” (1989), “Tórshavn vár miðstøð og borg II” (2000) og “Um heimsins borgir” (2002).

Hóast álvarslig kreppa rakti føroyska samfelagið tíðliga í 90-unum, og øll bygging steðgaði frá degi til dags, fekk hetta ikki Palla at falla í fátt. Nú lítið ella einki var at gera á teknistovuni, fór hann í holt við stórverk á nýggjum øki. Hann setti sær fyri, at tekna og skráseta allar tær gomlu og eldru kirkjurnar í Føroyum. Við stórum áræði ferðaðist hann við hjálparfólki kring allar Føroyar og teknaði og mátaði upp, og úrslitið vóru megnarverkini “Tær gomlu trækirkjurnar” (1995), “Eldru hválvkirkjurnar” (1997), “Yngru hválvkirkjurnar” (1998) og “Nýggjaru kirkjurnar” (1999) sum forlagið í Stöplum og vinmaðurin John Dalsgarð gav út. Virðið av hesum stórverki kann ikki yvirmetast, og í 1998 fekk hann Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri Yrkisbókmentir fyri tær báðar fyrstu, og fyri sítt arbeiði fyri føroyskan arkitektur og bókarøðina um kirkjurnar fekk hann í 2015 størstu føroysku mentanarvirðislønina, Heiðursgávu Landsins.

Í 2017 kom bókin “Gomlu prestagarðarnir”, sum eins og bøkurnar um kirkjurnar umfatar uppmátingar, tekningar og tekstir um ein týðandi part av føroyska mentanararvinum. Forlagið Føroyskt Kirkjumál gav út.

Í dag hoyrir Palli Gregoriussen til í flokki saman við m.ø. Mykines, Ruth Smith, Ingólvi av Reyni, William Heinesen, Janus Kamban og H.C.W Tórgarð, tá ið um føroyska mentan ræður.

Í 1981 tók Palli saman við m.ø. Gunnari Hoydal, sum andaðist herfyri, stig til at stovna Arkitektafelag Føroya, og í 1991 avgjørdu starvsfelagarnir at útnevna hann til heiðurslim í felagnum.

Í fjør kom bókin “Palli”, sum er ein ævisøga um Palla Gregoriussen, og er bygd á tær samrøðurnar, hann hevði við Jógvan Arge í Útvarpi Føroya í 2011.

Í 2001 fann Palli saman við Anne-Marie, og tey giftust í 2004. Seinastu nógvu árini búðu tey saman í Doktara Jakobsensgøtu, har tey vóru felags um listarligu áhugamálini og eisini høvdu framsýningar saman. Kærleikin teirra millum var eyðsýndur til tað síðsta.

Tankar okkara ganga til Anne-Marie, Frands, Elisabeth og abbabørnini við familjum nú vit við hesum lýsa frið yvir minnið um merkismannin Palla Gregoriussen.

Hannis og Albert

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder