Innanlands

Partarnir viðgerða loysnir hvør sær

Fyrsta semingsuppskotið varð vrakað í gjár - í morgin hittast Ljósmøðrafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum aftur, skrivar Kringvarpið

Terji Sigurðsson, semingsmaður, fer at hitta partarnar aftur í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Terji Sigurðsson, semingsmaður, fer at hitta partarnar aftur í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-27 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sáttmálin hjá ljósmøðrunum fór úr gildi 1. oktober 2020 - tað vil siga fyri beint undir 16 mánaðum síðani.

Nú verður arbeitt við at fáa ein nýggjan sáttmála, men tað gongur heldur striltið. 

Semingsstovnurin varð boðsendur í síðstu viku, og fyri júst einari viku síðani hevði hann fyri fyrstu ferð samband við partarnar. 

Eitt semingsuppskot varð lagt fram fyri Ljósmøðrafelagnum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum í gjár, men tað var vrakað.

Ósemjan snýr seg fyrst og fremst um pening, og nú arbeiða partarnir hvør í sínum lagi við at finna møguliga loysnir, áðrenn øll hittast aftur í annaðkvøld.

Hetta upplýsir Terji Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum.

Seinast samráðingar vóru millum Ljósmøðrafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum varð talan um verkfall í eina tíð, áðrenn komið varð ásamt um semju.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder