Uttanlands

Partur av Berlin múrinum funnin

Eingin hevur lagt merki til múrin í næstan 29 ár

Mynd: CNN

Mynd: CNN

2018-08-15 13:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

“Mr. Gorbachev. Tear down this wall”.

Orðini hjá amerikanska forsetanum Ronald Reagen við Berlin múrin tann 12. Juni 1987 eru nøkur av teimum kendastu í søguni. Tvey ár seinni, tann 9. November 1989, gav Eysturtýskland boð um, at allir borgarar í Týsku Demokratisku Republikkini fingu loyvi at vitja í Vesturtýsklandi og Vesturberlin.

Farið var at bróta múrin niður beinanveg, men nú næstan 29 ár seinni vísir tað seg, at ein partur av múrinum enn stendur. Lokal fólk funnu í summar ein 20 metrar langan múr, sum var fjaldur av runnum, skrivar CNN.

The Berlin Wall Foundation hava nú avdúkað, at talan er um ein part av Berlin múrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder