Paul Manafort, fyrrverandi kampanjuleiðari hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, er funnin sekur í fimm førum av skattasviki og trimum øðrum ákærupunktum.
Í dómstóli í Virginia koyrir sak, sum handlar um svik og hvítvasking, móti Paul Manafort. Sakin er eitt úrslit av kanning, sum varð sett í verk at kanna sambandið millum valkampanjuna hjá amerikanska forsetanum og Russland.
Tilsamans átjan ákærupunkt eru reist móti Manafort, har størsti revsikarmurin er 305 ár. Hann er funnin sekur í átta, men nevningatingið eru ikki samd í hinum tíggju, skrivar DR.
Sakin hevur sum so einki við kanningina av sambandinum millum valkampanjuna hjá Trump og Russland at gera, men prógvini móti Manafort eru vorðin kend við kanningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald