Innanlands

Pauli og Jenis í Norðurlandaráðið

Samgongan og Sjálvstýri vildu hava Paula, meðan Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin vildu hava Jenis

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-08-03 11:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á løgtingsfundi í gjár valdi løgtingið síni umboð í Norðurlandaráðið. Væntað varð, at tað vóru Pauli Trónd Petersen úr Tjóðveldi og Jenis av Rana, sum vóru vald til fastar limir í Norðurlandaráðnum, og so varð eisini.

Samgongan og Sjálvstýri stillaðu Paula Trond Petersen upp, meðan Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin stillaðu Jenis av Rana upp. Somu flokkarnir sum stillaðu Paula upp, stillaðu eisini Ruth Vang úr Framsókn upp sum varalim, meðan hinir flokkarnir stillaðu Bill Justinussen úr Miðflokkinum upp sum varalim.

Sostatt gjørdust Pauli Trónd Petersen og Jenis av Rana limir í Norðurlandaráðnum, meðan Ruth Vang og Bill Justinussen gjørdust varalimir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder