Uttanlands

Pávin útskrivaður í dag

Men hann er ikki heilt frískur, og komandi mánaðirnar skal hann hvíla seg í Vatikaninum, siga læknar hansara

Pávin avmyndaður í kapellinum á sjúkrahúsinum, har hann hevur verið innlagdur seinastu fimm vikurnar (Mynd: EPA)

Pávin avmyndaður í kapellinum á sjúkrahúsinum, har hann hevur verið innlagdur seinastu fimm vikurnar (Mynd: EPA)

2025-03-23 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frans pávi, sum hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi í Rom síðan 14. februar, verður útskrivaður í dag.

88 ára gamli pávin varð upprunaliga innlagdur við bronkitis, men tað menti seg til lungnabruna í báðum lungum. Støðan hevur verið hættislig, men seinastu vikurnar er støða hansara batnað.

Pávin er tó enn ikki heilt frískur, og fer tað at taka langa tíð hjá honum at koma fyri seg aftur, upplýsa læknar hansara.

Næstu tveir mánaðirnar fer pávin at hvíla seg í Vatikaninum. Komandi tveir mánaðirnar kann hann ikki luttaka á fundum við størri bólkum, ella á fundum, sum krevja "serligt arbeiði", upplýsir Vatikanið sambært Ritzau.

Frans pávi hevur fleiri ferðir verið innlagdur seinastu árini, men ongantíð so leingi sum nú.

Les eisini: Pávin fer at vísa seg alment sunnudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder