Uttanlands

Pávin við áheitan um frið

Í dag tosaði Pávin um frið og nevndi millum annað um Sýrland og Jemen

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-25 15:27 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag helt Frans Pávi røðu á Bascilia svalanum í Vatikaninum, eins og hann ger hvørt ár. Boðskapurin eitt ynski um frið í heiminum og hann nevndi millum annað Jemen og Sýrland sum dømi um støð, har friður ikki hevur valdað. 

BBC siterar eisini pávan fyri at hava sagt: 

- Mítt ynski um eini góð jól er eitt ynski um brøðralag. Brøðralag ímillum einstaklingar í øllum londum og mentanum. 

Talan er um tað fimtu røðuna hjá Frans Páva 25. desembur Bascilia svalanum. 

Í gjár var messa í Pæturskirkjuni, og har var boðskapurin hjá pávanum, at gjógvin ímillum rík og fátøk er voksin nógv, og at vit eiga at arbeiða ímóti hesum. Hann heitti á fólk um ikki at vera ov materialistisk. Hann segði at ov nógv fólk liva sítt lív í grammleika, og at hettar ikki leiðir til eydnu. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder