Innanlands

Pedagogfelagið setir øllum flokkunum stevnu

- Á hendan hátt, vilja vit betri kunnu skúla valevnini til greitt at skilja okkara boðskap í “4 ting á Ting”, sigur Pedagogfelagið

2019-08-08 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya Pedagogfelag fer til komandi Løgtingsval at seta øllum politisku flokkunum stevnu, har felagið fer at greiða frá teirra áheitan um “4 ting á Ting”. Pedagogfelagið vónar, at allir flokkarnir finna stundir at hitta tey í viku 33.

- Á hendan hátt, vilja vit betri kunnu skúla valevnini til greitt at skilja okkara boðskap í “4 ting á Ting”. Tað hevur alstóran týdning fyri okkara arbeiðsøkir, at hesi evni verða sett á skrá í komandi tingsetu, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Pedagogfelagið hevur tí sent øllum flokkunum soljóðandi skriv:

Góðu tit í __ (red. navn flokkur)

Føroya Pedagogfelag umboðar leiðslur, námsfrøðingar og hjálparfólk, ið arbeiða hjá landinum og kommununum.

Virkisøki er serliga innan Almannaverkið, skúlaverkið, kommunalum dagstovnum og frítíðarstovnum.

Okkara áhugi er at tryggja okkara limum góðar og tíðarhóskandi umstøður at virka í.

Í samband við komandi løgtingsval ynskir Føroya Pedagogfelag at vita hvørja støðu tit, sum politiskir flokkar, hava til fylgjandi viðurskifti.

Vælferðarlógin:

Tann sokallaða vælferðarlógin fall burtur í seinastu tingsetu. Fara tit at arbeiða fyri at fáa hana lagda fram aftur og samtykta í komandi tingsetu?

Almenn lønartalva:

Fleiri fakfeløg gjørdu semju í 2015 og seinni, um at fáa gongd á arbeiðið við einari almennari lønartalvu. Taka tit undir við, at hetta arbeiðið verður tikið uppaftur?

Minstamark fyri normering:

Taka tit undir við, at eitt minstamark av tímum verður ásett fyri tímajáttan til børn á dagstovnum?

Stytt arbeiðsvika:

Føroyska arbeiðsvikan er ein tann longsta í Norðurevropa, taka tit undir við at stytta arbeiðsvikuna?

Vit fara tí at bjóða tykkum á fund at umrøða hesi evni, soleiðis, at tit kunnu fáa innlit í, júst hvat og hví vit halda hesi evni hava týdning.

Vit ynskja okkum eitt greitt svar upp á, hvørja støðu tit hava til omanfyri nevndu fýra evni.

Um tað ikki er møguligt at hitta okkum, ber til at geva okkum skrivligt svar uppá spurningarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder