Innanlands

Persónbilur rent á býarbuss í Hoyvík

Ferðsluruðuleiki í høvuðsstaðnum

2018-06-25 16:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ein ávísur ferðsluruðuleiki í høvuðsstaðnum í løtuni. Ljóskurvarnar við Hvítanesvegin føra við sær langar køir í býnum, og fyri løtu síðani rendi ein persónbilur á ein býarbuss í Hoyvík á Vegnum Langa

Løgreglan fær ikki sagt so nógv í løtuni, men sigur at ferðslan ikki koyrir væl har í løtuni, og mælir tí fólki sum skulu handan vegin, at koyra aðrastaðni. Hetta tí, at ein bilur stendur mitt á vegnum.

Sjúkrabilur er á staðnum, og fólk frá løgregluni royna at leiða ferðsluna.

Portalurin skilir frá fólki á staðnum, at býarbussurin fór av vegnum og út í bøin. Hann er nú fingin á vegin aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder