2018-08-10 12:03
Peter Madsen, sum situr í fongsli fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall í kavbáti sínum Nautilus fyri júst einum ári síðani, varð mikudagin álopin í fongslinum.
- Eg kann vátta, at hann varð álopin mikudagin. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott. Løgreglan kannar hendingina, skrivar sakførarin hjá Peter Madsen, Betina Hald Engmark, til DR.
Ein 18 ára gamal fangi sló Peter Madsen í andlitið, so at hesin mátti ein stuttan túr á sjúkrahús. 18 ára gamli fangi verður nú ákærdur fyri harðskap.
Sakførarin hjá Peter Madsen sigur fyri BT, at tey hava í longri tíð søkt um at fáa hann fluttan í annað fongsul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald