Víðagitni danski drápsmaðurin Peter Madsen hevur nú fingið loyvi til at flyta í annað fongsul. PEter Madsen hevur søkt um at flyta í annað fongsul, og eftir at hann varð álopin í Storstrøm fongsul í undanfarnu viku, hevur hann nú fingið loyvi at flyta.
- Eg fekk boð í gjár um at avgerð var tikin um at hann skal flytast. Hann verður fluttur so skjótt pláss er aðrastaðni, sigur sakførarin hjá Peter Madsen, Betina Hald Engmark, við B.T.
Peter Madsen varð dømdur lívlanga fongsulsrevsing í vár fyri at hava dripið svensku journalistin Kim Wall umborð á kavbáti sínum Nautilus.
Drápsmaðurin varð álopin í fongslinum av einum 18 ára gomlum mannin. Peter Madsen fekk ongan álvarsaman skaða av álopinum.
Ynski hjá Peter Madsen er at verða fluttur í Herstedvester Fongsul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald