2018-09-05 08:29
Næstu tríggjar dagarnar skal Eystari Landsrættur viðgera dómin hjá Peter Madsen á lívslanga fongsulsrevsing. Peter Madsen hevur kært dómin hann fekk fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna Kim Wall.
Tað er longdin av revsingini, sum Peter Madsen kærir, og við hesum hevur hann valt at góðtaka avgerðina frá dóminum um at hann er sekur í dráp og kynsliga skammferð.
Tað var 10. august í fjør at Peter Madsen fór við Kim Wall í kavbát sín Nautilus. Har var Kim Wall dripin og sundurlimað, og Peter Madsen varð dømdur lívslanga fongsulsrevsing.
Tríggir dagar eru settir av til málið, og væntandi verður dómur sagdur 14. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald