Partaeigararnir í P/F Heimbýli hava avgjørt at avtaka felagið. P/F Heimbýli varð upprunaliga stovnað sum eitt samstarv millum Betri P/F, P/F Elvi, Sp/f Árni Jakobsen og Sp/f SN við tí fyri eyga at byggja leiguíbúðir.
Nevndin í Betri P/F metir, at fortreytirnar hjá Betri P/F til at fara undir bygging av leiguíbúðum eru broyttar.
Kapitalkrøvini frá Fíggjareftirlitinum til SIFI fíggjarfyritøkur (fíggjarstovnar, ið hava serligan strukturellan samfelagstýdning) økjast munandi komandi árini. Samstundis verður kravið frá føroyska Váðaráðnum til fíggjarligan buffara hert enn meira í 2019 og 2020. Harafturat má staðfestast, at hákonjunkturur er í Føroyum. Tað sýnist tí torført at fáa møguligar leiguinntøkum á bústaðarmarknaðinum at standa mát við byggi- og fíggjarkostnaðir.
Nevndin í Betri P/F hevur tí endurskoðað ætlanirnar við P/F Heimbýli. Niðurstøðan er, at atlit mugu fyrst og fremst takast til komandi kapitalkrøv í fíggjargeiranum. Ætlaninar at byggja leiguíbúðir eru tí sleptar, og partaeigararnir í P/F Heimbýli hava samstundis avgjørt at avtaka felagið.
Høvuðsendamálið hjá Betri P/F sum móðurfelag í Betri samtakinum er fyrst og fremst at tryggja, at dótturfeløgini, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Banki, verða rikin skynsamt og trygt, og at kapitalgrundarlagið hjá dótturfeløgunum altíð væl og virðiliga lúka lógarásettu krøvini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald