Maðurin hjá bretsku Elizabeth drotning, 99 ára gamli Philip prinsur, er farin. Hesum boðar Buckingham Palace frá seinnapartin.
Prinsurin andaðist stillisliga á Windsor Castle í morgun, boðar bretska kongshúsið frá.
Einki verður upplýst um deyðsorsøkina, men fyrr í ár varð prinsurin innlagdur á sjúkarhúsi í London í ein mánað. Tá fekk hann viðgerð fyri hjartatrupulleikar.
Philip prinsur varð føddur í Grikkalandi 10. juni 1921. Prinsurin giftist táverandi Elizabeth prinsessu í 1947 – hetta vóru fimm ár, áðrenn hon yvirtók bretsku trónuna.
Sambært BBC hevur eingin hjúnarfelagi hjá bretskum kongi ella drotning tænt kongshúsið so leingi sum Philip prinsur.
Philip prinsur og Elizabeth drotning fingu fýra børn saman, átta barnabørn, og tíggju langommu- og langabbabørn.
Dagførd kl. 12.40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald