2019-08-14 12:15
Fríggjadagin boðaði Fróðskaparsetur Føroya frá, at enn eru tøk pláss eftir á Setrinum til komandi lestrarár.
Til og við 15. august 2019 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Setrið skrivaði, at umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er ikki heilt vist, at tað er pláss enn á øllum 17 útbúgvingunum, sum vóru á listanum á heimasíðuni hjá Fróðskapaparsetrinum fríggjadagin
Annars er møguleiki at søkja til og við dagin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald