Uttanlands

Politisk semja um at lata Danmark uppaftur

Bert diskotek og náttklubbar skulu framvegis verða stongd. Kravið um munnbind verður eisini slept

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-05-18 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá fríggjadegnum at rokna letur Danmark upp aftur eftir koronastongsulin. Flokkarnir á fólkatingi komu í nátt fram til eina semju hesum viðvíkjandi eftir drúgvar samráðingar, skrivar Ritzau.

Einastu støðini, sum framvegis skulu verða afturlatin, sambært nýggju avtaluni, eru diskotekini og náttklubbarnir, upplýsti Søren Pape Poulsen, formaður í konservativa fólkaflokkinum á tíðindafundi í nátt.

Alt annað verður nú latið uppaftur við nøkrum fáum avmarkingum, upplýsti hann.

Harumframt eru flokkarnir samdir um at sleppa kravinum um at bera munnbind og um koronapass, tá øll yvir 16 ár hava fingið tilboð um at verða koppsett. Sambært danska koppsetingarkalendaranum hendir hendir tað síðst í august, skrivar Ritzau.

Allir flokkarvið við undantaki av Ny Borgerlige, eru við í avtaluni, sum varð gjørd í nátt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder