Innanlands

Politiskur kjakfundur í Heilafelagnum

Hann er á skránni í kvøld klokkan 19. Framløgur verða, umframt at kjakast verður um ymisk evni viðvíkjandi heilaskaðum

2019-08-15 15:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kl.19.00 til 20.30 í kvøld verður politiskur kjakfundur, sum Heilafelagði skipar fyri í hølunum hjá Megd. Talan er ikki um ein pallborðsfund, men umboð fyri politisku flokkarnir eru boðin og hava boðað frá luttøku.

Framløgur verða um støðuna hjá fólki við seinheilaskaða  - tað eru tey, sum hava yvirlivað ein slagtilburð, sjúku ella vanlukku.

Evni sum kjakast verður um eru:
-Gerandisdagurin hjá teimum ið yvirliva ein slagtilburð
- Vælferðarlógin
- Rehabilitering
- Viðlíkahaldsvenjing og taluviðgerð.
- Bústaðir, umlætting og tilhaldsstøð.

Avvrarðandi leggja fram ymsar lívsstøður.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder