Uttanlands

Pornostjørna skal rinda Trump 300.000 dollarar

Upphæddin er fyri sakarmálskostnaðin í sakini um ærumeiðing

2018-12-12 07:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein dómari í Kalifornia hevur avgjørt, at pornostjørnan Stormy Daniels skal rinda góðar tvær milliónir krónur til Donald Trump. Upphæddin er fyri sakarmálskostnað í sakini, har hon stevndi forsetan fyri ærumeiðing. Sakarmálið varð avvíst.

Donald Trump hevur kravt 5,2 mió. kr. í gjaldi frá Stormy Daniels fyri at dekka sakarmálskostnaðin.

Stormy Daniels stevndi forsetan eftir at hann noktaði fyri at hava havt kynsligt samband við pornostjørnuna í 2006, og fyri at hava rinda henni meiri enn 850.000 kr. fyri ikki at fortelja nøkrum um kynsliga sambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder