Grønlendingar keypa nógv á netinum, men hava ta avbjóðing, at fleiri nethandlar ikki senda vørur til Grønlands. Posta hevur ment eina skipan, sum ger, at grønlendingar nú kunnu keypa úr øllum Evropa og fáa vøruna senda til hús, sama hvar í Grønlandi tú býrt.
Posta-appin er snúningsaksan. Ein grønlendskur netkeypari keypir vøruna og skrásetur Posta Logistics í Kolding sum leveringsadressu. Keypið verður skrásett á Posta-appini, har keyparin eisini rindar fyri flutningin til Grønlands á appini. Keyparin fylgir vøruni við appini.
Í Grønlandi verður MVG ikki roknað á vørur. Útberingin í Grønlandi verður gjørd í samstarvi við TELE-POST.
”Posta hevur eitt sterkt og gott samstarv við TELE-POST, og vit fegnast um at tæna grønlendsku kundunum. Fyri Posta er hetta ein liður í strategiini at vaksa um okkara marknaðir, og við deild okkara í Kolding er hetta eitt upplagt tilboð til grønlendingar”, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
- Posta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald