Franski forsetin Emmauel Macron hevði seinnapartin boðið Poul Michelsen, landsstýrismanni, til móttøku í sambandi við ríkisvitjan sína í Keypmannahavn um dagarnar. Hennara Háting Margreta Drotning var heiðursgestur hjá forsetanum.
Nógv fólk lógu fram við at heilsa uppá Macron forseta, sum tó gav sær stundir at skifta orð við landstýrismannin um Føroyar og vitjanina hjá franska havrannsóknarskipinum Beautemps Beaupré á Havnini í seinastu viku, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Hanna Jensen, franskur konsul, hitti eisini Macron.
Júst hesa vitjan nevndi forsetin eisini í røðu síni undir almenna døgurðanum hjá Drotninginum í gjár.
Hitti eisini japanska ráðharra
Í gjárkvøldið var Poul Michelsen til døguðra á japanska sendiharrabústaðnum í Keypmannahavn í sambandi við, at japanski matvøru- og umhvørvisráðharrin Tadahiko Ito vitjar í Danmark. Teir umrøddu arbeiðið, sum í løtuni er í gongd at gera ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Japan.
Ito er føroyavinur og teir báðir hava fyrr hitst bæði í Føroyum, í Japan og í Danmark. Hann handaði Poul Michelsen eina hepnisgávu – eina siðbundna japanska postalínsmynd, og segði seg fegnast um styrktu sambondini millum Japan og Føroyar seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald