2021-05-28 16:24
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, er deyður. Hann gjørdist 92 ára gamal.
- Tað er við sorg, at eg frá konu og familju Poul Schlüter boði frá, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Poul Schlüter, er deyður, sigur Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, í einari fráboðan.
Poul Schlüter var forsætisráðharri í 11 ár í árunum 1982 til 1993, tá stjórnin legði frá sær.
Hann var forsætisráðharri tá Føroyar yvirtóku ráevnini í føroysku undirgrundini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald