
Prísstøðið á íbúðum í fleiri av bygninginum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum og vinnulívsmanninum, Donald Trump, er tað lægsta í eitt áratíggju. Tað vísir til ein gjøgnumgongd av 4.000 ognarhandlum yvir 15 ár, sum tíðindastovan AP hevur gjørt.
Dentur verður lagdur á 11 bygningar, sum hava tilknýti til Trump í Chicago, Honolulu, Las Vegas, og New York.
Sambært AP er prísurin á fleiri íbúðum og hotelkømrum minkaður við einum triðingi ella meira.
Í nógvum býum hevur koronafarsóttin ávirkað bústaðarmarknaðin, men tá hugt verður at prísunum á øðrum bústøðum er talan ikki um eins stóra minking, skrivar Ritzau.
Í Trump International Hotel and Tower í Chicago minkaði prísurin við 34 prosent meðan Trump sat í forsetasessinum. Í 18 bygningum nærindis bygningin hjá Trump, var minkingin á íbúðaprísunum bert seks prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald