Uttanlands

Puerto Rico: Talið av deyðum eftir ódn nógv hægri enn fyrr hildið

Stýrið í Puerto Rico sigur nú, at talið er heili 20 ferðir hægri enn fyrr hildið

Í september í fjør varð oyggin Puerto Rico rakt av ódnini Maria (Mynd: Ritzau)

Í september í fjør varð oyggin Puerto Rico rakt av ódnini Maria (Mynd: Ritzau)

2018-08-11 23:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stýrið í Puerto Rico hevur ásannað, at tilsamans 1472 fólk lótu lív í og aftaná ódnina Maria í september í fjør.

Stýrið hevur annars hildið uppá, at deyðstalið einans var 64, men nú hava tey váttað fyri amerikonsku kongressini, at talið av deyðum er nógv hægri.

Nógv finnast at Puerto Rico fyri at hava kunngjørt skeiv tøl. Bæði tí at serfrøðingar longu vóru komnir til ta niðurstøðu, at ásetta deyðstalið var alt ov lágt, men eisini tí at stýrið kemur við nýggju tølunum, samstundis sum tey biða kongressina um hjálp til at byggja samfelagið upp aftur, skrivar DR.

Hóast Puerto Rico í fleiri mánaðar eftir ódnina fekk neyðhjálp og gávur úr øllum heiminum, var skaðin so ógvusligur, at nógv doyðu av bakteriu-sjúkum og væntandi sjúkrahjálp. Onnur, tí lívsneyðugu hjálpitólini hjá teimum ikki riggaðu uttan streym.

Higartil hevur stýrið í Puerto Rico noktað at telja deyðsføll við, um tað ikki stendur á deyðsváttanini, at viðkomandi doyði orsaka av ódnini. Hetta er nú broytt, og tað er væl møguligt, at talið av deyðum fer at vaksa uppaftur meira.

Hóast stýrið heldur 1472 vera eitt realistiskt tal, er hetta væntandi ikki endaliga talið. Endaliga talið verður almannakunngjørt einaferð seinni, sigur umboð fyri innanríkisfyrisitingina í Puerto Rico.

Sambært einari kanning, ið granskarar á Harvard University hava gjørt, kann talið av deyðum eftir ódnini vera heili 6000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder