Norðurlandahúsið, Listastovan og Spaniastova hava fingið váttað stuðul í eitt ár afturat úr Nordisk Kulturfond til konsertir við norðurlendskum tónleiki.
PULS konsertrøðin, sum seinastu 12 mánaðirnar bjóðaði føroyingum 13 av bestu nøvnunum í norðurlendskum tónleiki, heldur fram í eitt ár afturat við 10 frálíkum konsertum.
Fyrsta konsertin verður leygardagin 1. september, tá norsku/føroysku The Fjords fara á pallin í Listastovuni í Miðvági. Konsertin er partur av mentanarvikuni Vesturskin. The Fjords spæla vakran popp við einum ferli av soul.
29. og 30. september kemur grønlendska stjørnan Nive Nielsen á vitjan ávikavist í Klaksvík og í Havn. Nive & the Deer Children spæla nakað so sermerkt sum “inuit-indie”. Tónleikurin, sum til tíðir ber brá av Americana, er sterkur og opin, settur til ævintýrakendar tekstir. Nive, sum eisini er kend úr sjónvarpsrøðini hjá Ridley Scott ”The Terror”, fekk í 2012 Stjernedrysprisen hjá Krúnprinsaparinum.
9.-11. november koma 5 fantastiskir tónleikarar at bergtaka Føroyar úr eystri í vestur, tá danska tónleikaverkætlanin Hun Solo vitjar. 1 føroysk og 4 danskir kvinnuligir solistar spæla 20 minuttir í part á trimum konsertum, sum verða merktar av margfeldni, dygd, nærleika og megi. Greta Svabo Bech (FO), Kirstine Stubbe Teglbjærg og Nana Jacobi eru trý tey fyrstu nøvnini, sum lýst er við. Tey bæði síðstu verða almannakunngjørd fyrst í september.
PULS er stuðulsátak hjá Nordisk Kulturfond, sum gevur norðurlendskum konsertstøðum og festivalum møguleika at arbeiða miðvíst við norðurlendskum live-tónleiki og at bjóða sínum áhoyrarum tann besta norðurlendska tónleikin.
Norðurlandahúsið, Listastovan og Spaniastova søktu saman um PULS-stuðul, m.a. við tí endamáli at geva fleiri føroyingum atgongd til tann framúr góða tónleikin, sum kemur hendanvegin úr hinum norðurlondunum.
Restin av PULS-konsertrøðini verður kunngjørd seinni í ár.
- Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald