Uttanlands

Putin: Russar høvdu einki við amerikanska forsetavalið at gera

Donald Trump og Vladimir Putin hava fundast í Finnlandi í dag

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-16 23:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Sambandið okkara millum hevur ongantíð verið verri, men hetta broyttist fyri fáum tímum síðani."

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á tíðindafundi, eftir at hava fundast við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Helsinki. Tað skrivar DR.

Í dag var fyrstu ferð, at teir báðir møttust einsamallir til ein tveir tímar langan fund, og hareftir fundaðust teir saman við ráðgevum og ráðharrum.

"Ósemjan millum lond okkara er væl kend, og tað hava vit fundast um leingi í dag, men um vit skulu loysa altjóða trupulleikar, noyðast vit at samstarva," segði Donald Trump.

"Vit hava tikið fyrsta stigið til at betra um sambandið okkara millum," segði russiski forsetin, Vladimir Putin.

Sambært Trump tosaðu teir eisini leingi um, hvørt Russland hevði blandað seg uppí amerikanska forsetavalið í 2016.

"Eg má undirstrika tað, eg áður havi sagt, at russiska stýrið ongantíð hevur blandað seg uppí - og ongantíð ætlar at blanda seg uppí - amerikansk viðurskifti, m.a. amerikanska valið," segði Putin, og hesum tók Trump undir við:

"Putin sigur, at tað ikki er Russland. Eg síggi onga orsøk til at halda, at tað skuldi verið tey," segði hann.

Á tíðindafundinum vórðu teir fleiri ferðir spurdir, um teir høvdu samstarvað um at fáa Donald Trump valdan til forseta, men hesum noktaðu teir báðir fyri.

"Tað er eingin samansvørjing. Tað var lætt hjá mær at vinna á Hillary," segði Trump.

"Tað er nakað tvætl," segði Putin.

Russiski forsetin segði tó, at hann og Trump ikki eru samdir um alt, men at tað væl ber til hjá teimum at samstarva um Sýria.

Amerikanski forsetin segði eisini, at hann ætlaði at samstarva við Russland um at hjálpa Sýriska fólkinum, men eingin av teimum greiddi frá, hvussu hetta skuldi gerast.

Sambært Putin ætlar Russland at hjálpa USA við at leggja trýst á Norðurkorea fyri at fáa eina avvápnaðarsemju uppá pláss. Eisini segði hann, at tað hevði stóran týdning at tryggja eina javnvág í mun til kjarnorkuvápn.

"Sum kjarnorkuveldi hava vit ábyrgdina fyri altjóða friði," segði Putin.

Hesum var Trump samdur í.

"Ein jalig dialog við Russland gevur nýggjar møguleikar fyri friði," segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder