Golden Globes varð í nátt hildið í Beverly Hills, Carlifornia í USA.
Stóri vinnarin gjørdist filmurin Bohemian Rhapsody um bretska rokkbólkin Queen og tað ørkymlandi samanspælið millum sangaran Freddie Mercury og hinar limirnar í bólkinum.
Bohemian Rhapsody vann virðislønina “Besti Filmur”, umframt at Rami Malek vann virðislønina sum besti mannligi høvuðsleikari í dramafilmi, fyri sín portrett av Freddie Mercury.
Besti kvinnuligi høvuðsleikari í einum dramafilmi gjørdist Glenn Close fyri hennara leiklut sum Joan Castleman í filminum The Wife. Í filminum splir Glenn Close ein kvinna, sum setir spurnartekin við hennara val í lívinum, tá hon ferðast til Stokkhólm, har maður hennara fer at taka ímóti Nobel heiðurslønina fyri bókmentir.
Millum hinar virðislønirnar kunnu nevnast, at Christian Bale vann besta mannliga høvuðsleiklut í einum skemtifilmi fyri sín protrett av fyrrverandi amerikanska varaforsetanum Dick Cheney í filminum Vice, meðan Olivia Coleman vann besta kvinnuliga høvuðsleiklut fyri filmin The Favorite.
Besta dramasendirøð gjørdist The Americans, meðan besta sangleikur ella skemtirøð gjørdist The Kominsky Method.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald