Uttanlands

Ráddi gentunum frá at tjalda einsamallar

Lokalur ferðaleiðari ávaraði dripnu gentunum í Marokko móti at sova í tjaldi einsamallar

Rachid Imerhade (Mynd: NTB Scanpix)

Rachid Imerhade (Mynd: NTB Scanpix)

2018-12-20 13:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lokali ferðaleiðarin, Rachid Imerhade, ráddi donsku Louisa Vestager Jespersen og norsku Maren Ueland frá at tjalda einsamallar í Atlasbjørgunum í Marokko, fáar dagar áðrenn tær vóru funnar dripnar.

Skandinavisku genturnar avgjørdu at tjalda á toppinum á Toubkal í Atlasbjørgunum í Marokko, men tær komu aldrin av aftur fjallinum.

- Tær vóru fittar, tosaðu nógv og lættar at verða saman við. Tær tosaðu nógv við fleiri onnur, sum vóru til staða, sigur lokali ferðaleiðarin.

24 ára gamla Louisa og 28 ára gamla Maren settu tjald nærheindis býnum Imlil. Rachid sigur, at hann ráddi teimum frá at sova einsamallar í tjaldi, tá hann møtti teimum í farnu viku.

Mohammed Imzilen er eisini lokalur ferðaleiðari. Hann sigur við TV2 at tílíkt aldrin er hent fyrr, og at hann gerst heilt illa við, tá hann hoyrir um hvat hendi. Hann sigur, at tá okkurt óhapp er við ferðafólki har um leiðir, er tað sum oftast orsaka av ringum veðri ella av sjúkum, men aldrin av tílíkum, sum hendi skandinavisku kvinnunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder