Mentan

Ræstur hotdog í kioskini

Kokkurin Teitur Christensen hevur ment fleiri sløg av pylsum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-04 13:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggdagin letur reyð-hvíta kioskin “hjá Astu” á Vaglinum uppaftur eftir at hava verið afturlatin í eina tíð.

Nýtt á skránni verður nú, at møguleiki er fyri at keypa heimagjørdar hotdogs – heimsgjørt so at skilja, at teir eru framleiddir serliga til hetta sølustaðið.

[object Object]
Teitur Christensen

Tað er kokkurin Teitur Christensen, sum hevur gjørt nýggju pylsurnar í samstarvi við Krás. Breyðini verða bakað á Hotel Føroyum, har alt tilhoyrið eisini verður framleitt, og alt er heimagjørt uttan kettjuppið.

- Tá vit byrjaðu at menna tær vanligu pylsurnar: svínapylsuna, ostapylsuna, kilipylsuna og kryddaðu pylsuna, hugsaði eg, at tað átti at verið okkurt føroyskt við pylsunum. Vit máttu rætt og slætt gera eina lambspylsu og eina ræsta pylsu. Tí at lambskjøt og ræst kjøt eru jú eyðkenni fyri føroyskan mat, sigur Teitur Christensen.

Kioskin hjá Astu letur upp fríggjadagin. Kioskin fer eisini framvegis at hava vanligu kioskvøruanar, so sum bløð, sodavatn, slikk, kaffi og te.

Leygardagin vóru nýggju hotdog’sarnir royndarsmakkaðir. Tað hendi í sambandi við at Mikkeller Running Club hevði eina hugnaløtu í Áartúni eftir vanlugu renningina. Og sagt verður, at pylsurnar vórðu góðkendar. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder