Uttanlands

Rættarmálið móti Aung San Suu Kyi byrjar í komandi viku

Demokratiskt valdi leiðarin í Myanmar, sum varð koyrd frá av herinum 1. februar er skuldsett fyri at hava brotið koronatiltøk undir valstríðnum í fjør og fyri at hava havt farradiotelefonir uttan loyvi

Aung San Suu Kyi (Savnsmynd: EPA)

Aung San Suu Kyi (Savnsmynd: EPA)

2021-06-07 19:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin í komandi viku byrjar rættarmáli móti demokratiskt valda leiðaranum í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum hevur verið í húsavarðhaldi, síðan herurin í landinum tók valdið frá henni 1. februar.

Á rættarfundinum, sum eftir ætlan verður 14. juni, verða vitnisfrágreiðingar á skránni, sigur Min Min Soe, sakførari hjá Aung San Suu Kyi, sum hevur hitt hana í høvuðsstaðnum Naypyidaw í dag.

Rættarmálið varð áður útsett í fleiri vikur, og Suu Kyi er bert sloppin at hitta sakførara sín tvær ferðir síðan 1. februar.

Síðan herurin tók valdið, hava uml. 850 sivilfólk latið lív í samanbrestum, sum hava verið í sambandi við mótmælistiltøkum í landinum, skrivar Ritzau.

Suu Kyi er skuldsett fyri at hava brotið koronatiltøk undir valstríðnum í fjør, og fyri at hava havt farradiotelefonir uttan loyvi.

Á tjóðartingsvalinum í Myanmar í november fekk flokkurin hjá Suu Kyi, NLD 83 prosent av atkvøðunum, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk sjey prosent.

Valnevndin í Myanmar, sum er vald av herinum, hevur eisini boðað frá, at flokkurin NLD verður upploystur orsakað av uppáhaldinum hjá herinum um valsvik, sum sambært herinum, eisini var orsøkin til kvettið 1. februar. Óheftir eygleiðarar siga tó, at eingi prógv eru fyri, at valsvik varð framt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder