Trý fyrrverandi løgreglufólk, sum eru ákærd í málinum um drápið á George Floyd í Minneapolis í fjør, verða ikki koyrd fyri rættin í amerikanska stórbýnum fyrr enn næsta ár.
Orsøkin er, at ein dómari í Minneapolis hevur avgjørt, at hesi fyrst skulu fyri ein samveldisdómstól. Fyrrverandi løgreglufólkini eru nevniliga saman við fyrrverandi starvsfelaga teirra, Derek Chauvin, sum í apríl varð funnin sekur í manndrápi, ákærd fyri at hava gjørt seg inn á grundlógartryggjaðu rættindini hjá George Floyd.
Talan er um ásetingina í grundlógini, sum snýr seg um rættin til at sleppa undan at verða útsettur fyri órímiligari valdsnýtslu av løgregluni.
45 ára gamli Derek Chauvin hevði knæið móti hálsinum á George Floyd í uml. níggju minuttir í sambandi við einari handtøku. Tað var hetta, sum var orsøkin til, at George Floyd doyði, helt nevningatingið.
Hvørja revsing fyrrverandi løgreglumaðurin fær, verður greitt í juni.
Hini trý, sum eru ákærd í málinum um George Floyd – Tou Thao, Alexander Kueng, og Thomas Lane, skuldu fyri rættin í august í ár, men rættarmálið er nú útsett til 7. mars í 2022.
Dómarin sigur, at ákærurnar hjá samveldisdómstólinum eru meira álvarsamar, og gevur tað tí meining at avgreiða tað rættarmálið fyrst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald