Uttanlands

Rakettskjóting frá flogfarið miseydnaðist í fyrstu royndini

Rakettin varð slept og fór í gongd í øllum góðum, men royndin varð avbrotin orsaka av onkrum breki

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-26 08:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta royndarskjótingin av eini Virgin Orbit-rakett frá einum flogfari í umleið 10.000 metra hædd miseydnaðist í gjár.

Tað upplýsir felagið, sum bretski ríkmaðurin Richard Branson eigur, sambært AFP-tíðindastovuni.

Rakettin skuldi verið farin í ringrás um jørðina við tí endamáli at senda fylgisveinar avstað – men fyrsta royndin mátti støðga.

- Royndin mátti brótast av eftir stutta løtu. Cosmic Girl og okkara manning á flogfarinum eru trygg, og á veg heim aftur, skrivaði Virgin Orbit á Twitter.

Cosmic Girl er navnið á umbygda Boeing 747-flogfarinum, sum bar ta umleið 21 metra longu rakettina, sum eftir ætlan var slept undan vongini á jumbojettaranum.

Hóast rakettmotorurin fór í gongd í løtuni beint eftir sleppingina, vóru tey noydd til at støðga flúgvingini orsaka av trupulleikum, skrivar BBC.

Endamálið við royndini hjá Virgin er at fáa lut í vaksandi marknaðinum fyri smáum fylgisveinum.

At skjóta rakettir frá flogførum kann gerast lættari og bíligari enn at skjóta tær upp av jørðini, tí tá er ikki neyðugt við útskjótingarpalli.

Enn er ógreitt júst hvat ikki eydnaðist undir útskjótingini í gjár, skrivar Ritzau. Men felagið hjá Branson hevði frammanundan ávarað um, at møguleikarnir bert vóru firty-fifty.

Ein annar ríkmaður við stórum rúmdarætlanum kom við uggandi orðum.

- Harmist um at hoyra hetta. At senda í ringrás er trupult. Tað tók okkum fýra royndir við Falcon 1, skrivar Elon Musk, eigarin av rúmdarverkætlanini SpaceX.

Musk hevur stórar dreymar um privata rúmdarferðslu, og í morgin stendur SpaceX fyri útskjótingini av tveimum amerikanskum astronautum til altjóða ISS-rúmdarstøðina.

Virgin-flogfarið fór av eini støð í Mojave oyðimørkini í Kalifornia, og rakettútskjótingin gekk fyri seg yvir Kyrrahavinum.

At skjóta rakettir frá flogførum er ikki nýtt. Pegasus rakettirnar hava verið skotnar frá einum serbygdum Lockheed 1011 flogfarið, kallað Stargazer. Ætlanin hjá Virgin Orbit er at kunna gera hetta nógv bíligari.

Branson hevur eisini eitt annað rúmdarfelag, Virgin Galactic. Hetta felagið ætlar at skipa fyri ferðavinnu í rúmdini, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder