Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 676 milliónir krónur fyri fyrra hálvár í 2018 í mun til 795 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Tøkan av laksi annan ársfjórðing var 12.902 tons, sum er minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið tøkan var 18.402 tons.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Samanumtikið hevur prísurin á laksi verið góður í øðrum ársfjórðingi í ár, og hóast prísgongdin var fallandi í ársfjórðinginum, var rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi gott. Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur fyri at menna felagið, og nú verður nýggj íløguætlan fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 løgd fram. Í hesum tíðarskeiði væntar Bakkafrost at gera íløgur fyri áleið 3 milliardir krónur. Alivinnan hevur ment seg ómetaliga nógv, síðan hon byrjaði í Føroyum. Vit síggja stórar menningarmøguleikar fyri framman, og fyri at hesir møguleikar skulu verða til veruleika, mugu stórar íløgur gerast.
Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 393 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2018 samanborið við 489 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Alideildin tók 5,5 túsund tons minni av laksi í øðrum ársfjórðingi í ár enn í øðrum ársfjórðingi í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 17 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 54 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2018 var 66 milliónir krónur samanborið við 48 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.
Í øðrum ársfjórðingi 2018 lat Bakkafrost fulltíðarstarvsfólkum frá 2017, sum enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2017. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 14,2 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 5,2 milliónir krónur.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 443 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.039 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2018, og solvensurin var 68%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald