Islamkritiski formaðurin fyri Stram Kurs, Rasmus Paludan, kemur ikki til Føroya á hesum sinni.
Tað skrivar in.fo.
Ætlanin var, at hann skuldi halda ein fyrilestur í Føroyum í juni, men tað bleiv kortini av ongum. Og nú er greitt, at ætlanirnar um at fáa Paludan til Føroya eru sleptar.
Formaðurin fyri Stram Kurs er væl dámdur í Facebook-bólkinum "Føroyingar ímóti islam", og tað vóru limir í hesum bólkinum, sum fingu hugskotið at fáa hann til Føroya.
Sambært in.fo hevur Føroyaferðin hjá Paludan tó ikki verið væl fyrireikað.
Tað var í apríl, at Paludan segði, at hann ynskti at koma til Føroya og til Grønlands.
- Eg stríðist eisini fyri grønlendingar og føroyingar, og eg eri fegin um, at nógvir grønlendingar og føroyingar eru samdir við mær, segði hann.
Í mai mánaða segði hann við Sosialin, at hann heilt víst ætlar sær til Føroya.
- Eg havi lovað, at eg komi til Føroya, so tað komi eg. Tá eg lovi okkurt, so haldi eg tað, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald