Innanlands

Realurin hóttir Norðlýsið við fútabanni

Ætla at steðga greinarøð um Realin

2018-08-29 10:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðani 8. november 2017 hevur greinarøð verið í Norðlýsinum, har fyrrverandi stjórin í Føroya Realkreditstovni, Óli E. Heinesen, hevur roynt at skriva um søguna hjá Realinum. Men hetta skal nú fáa ein enda.

Tað heldur leiðslan í Realinum, sum tvær ferðir hevur vent sær til Norðlýsið fyri at fáa greinarøðina steðgaða, og nú hóttir advokatur við fútabanni. Tað skrivar Norðlýsið í morgun.

Óli E. Heinesen var stjóri í 25 ár og hevur roynt at skriva søguna hjá Realinum, sum er ein lýsing av týðandi parti av vinnusøguni í Føroyum, skrivar Norðlýsið.

Hóast leiðslan í Realinum ynskir at steðga greinarøðini, metir Óli E. Heinesen, at upplýsingarnar í greinini eru almennar og hevur tí biðið Norðlýsið um framhaldandi at almannakunngera ritgerð hansara.

Les meira á Norðlýsinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder