Innanlands

Regn, turt og sól

Nú byrjar heystveðrið

2018-08-28 08:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Summarið vísti seg frá síni góðu síðu í ár við fleiri sóldøgum, men nú er tíðin komin til regn og vind. Veðurfrásøgnin boðar frá regni, sól og turrum veðrið komandi dagarnar.

Í morgun regnar við avfallið millum 0,4 og 0,8 mm, ættin millum landsynning sunnan og útsynning sunnan við vindi millum 8 og 10 m/s. Á middegi slítur í og vindurin minkar í millum 7 til 8 m/s. Hitin liggur um 11 til 12 hitastig.

Klokkan 23 fer aftur at regna fram til klokkan 01. Gjøgnum náttina regnar í tíðum við avfallið millum Avfallið er millum 0,3 og 0,4 mm. Vindur úr útsynningi sunnan um 11 til 13 m/s og hitin millum 10 og 11 hitastig.

Í morgin er turt við vindi millum 7 og 13 m/s. Ættin skiftir frá útsynningi til útnyrðingur vestan. Hitin millum 10 og 11 hitastig.

Hósdagin er turt alt døgnið, hitin millum 9 og 11 hitastig. Vindurin verður millum 1 og 6 m/s úr skiftandi ætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder