Hesa vikuna eru sjómannadagar í Klaksvík, og tey vitjandi mugu brynja seg til vátt veður.
Hitin í dag liggur um tey 10-12 stigini við loti til frískt lot millum 4,1 m/s og 6,8 m/s úr útsynningi sunnan. Avfall millum 0,1 mm til 0,6 mm.
Í nátt verður turt, hitin um 9-12 stig, við lítið lot til lot um 2,2 til 3,3 m/s úr útsynningi vestan. Í morgin veksur hann í vindinum við loti til frískan vind úr útsynningi vestan til landsynning sunnan. Hitin millum 10 og 12 stig. Seinnapartin í morgin fer at regna við avfallið 0,1 til 1,0 mm.
Leygarnáttina regnar við 0,2-0,7 mm, hitin um 10 stig, og frískt lot til frískan við við 7,1 til 8,5 m/s. Leygardagin er avfall við 1,0 til 2,9 mm. Um kvøld er turt. Hitin um 10-12 stig, við frískum loti til frískan vind úr útnyrðingi vestan til útsynningi sunnan millum 7,1 og 9,3 m/s.
Sí veðurforsøgnina hjá Portalinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald