Nú árið 2017 er gjørt upp fyri føroyska fiskiskipaflotan, er greitt, at samlaða úrslitið gjørdist munandi lakari enn árið fyri. Samlaða úrslitið fyri flotan í 2017 gjørdist umleið 240 milliónir krónur, sum er umleið 170 milliónir krónur verri enn árið fyri. Tað sigur Reiðarafelagið í viðmerking, sum er send til miðlarnar.
Reiðarafelagið vil vera við, at fremsta orsøkin til versnandi úrslitið er, at tilfeingisgjøldini til landskassan eru hækkað nógv, og at prísurin fyri ávís pelagisk fiskasløg var nakað lægri enn árið fyri. Landskassin hevur samstundis fingið munandi meira í inntøku frá fiskiflotanum, og samlaða inntøkan hjá landskassanum hækkaði nógv í 2017.
- Tískil kann staðfestast, at tað almenna fekk eina inntøku uppá umleið 800-850 mió. kr. í gjøldum, felagsskatti og lønarskatti beinleiðis frá fiskiskipaflotanum, tá árið 2017 varð gjørt upp. Samlaði umsetningurin hjá flotanum var slakar 3 milliardir krónur í 2017. Sostatt fer eitt virði, ið svarar til ein slakan triðing av øllum umsetninginum hjá fiskiflotanum, beinleiðis í landskassan. Tá er fiskivinnan á landi ikki tikin við í uppgerðina, sigur stjórin í Reiðarafelagnum, Stefan í Skorini í viðmerking.
Stjórin sigur, at ivasamt er, um fiskivinnan undir verandi skipan og við verandi sáttmálum kann rinda meira í landskassan.
- Fiskivinnan stendur yvirfyri stórum avbjóðingum við einum aldrandi flota, sum við tíðini krevur útskifting og nýggjar íløgur. Ísland og Noreg byggja í hesum døgum fleiri nýggj fiskiskip, sum t.d. lúka dagsins krøv um gagnnýtslu av allari veiðuni og kunnu tey hava ein meira lønsaman rakstur. Hetta hendir tíverri ikki í Føroyum.
Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, leggur afturat, at um føroyski skipaflotin skal hava nakran møguleika framhaldandi at vera í fremstu røð, er neyðugt, at hann verður nútímansgjørdur og at møguleiki verður at skifta skipini út við nýggjari før.
- Hetta er ómøguligt, um ov stórar byrðar verða lagdar á vinnuna, sigur stjórin.
Les alla viðmerkingina frá Reiðarafelagnum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald