Uttanlands

Republikanarar í Colorado kæra Trump-dóm

Hægstirættur í USA skal nú taka støðu til, um Trump er egnaður til at standa á listanum til undanvalið hjá republikanarunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-28 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Republikanski flokkurin í statinum Colorado fer nú at venda sær til hægstarætt í USA fyri at kolldøma avgerðina hjá einum lokalum dómstóli um, at nokta fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, at standa á atkvøðuseðlinum á republikanska undanvalinum í statinum.

Tað upplýsti advokaturin hjá flokkinum í Colorado í nátt, okkara tíð.

Tað var 19. desember, at hægstirættur í Colorado dømdi Trump óegnaðan til at standa á atkvøðuseðlinum á undanvalinum hjá republikanarunum. Hægstirættur í Colorado grundgav avgerðina við leiklutinum hjá Donald Trump í sambandi við álopið á kongressbygningin í Washington hin 6. januar 2021.

Dómstólurin vísti til eina grein í amerikansku grundlógini, sum noktar persónum, ið hava gjørt seg sekar í uppreistri at stilla upp til almenn embæti.

Mett verður, at Trump sjálvur eisini fer at kæra dómin.

Veljarar og atgerðarbólkar atbeiða í løtuni við at forða Trump í at stilla upp í 12 ymiskum statum. Minst sjey av hesum royndum eru higartil miseydnaðar av ymsum orsøkum, millum annað í Florida, Mitchigan, Minnesota og New Hampshire, skrivar norska NTB tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder