
Eftir fundin millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og amerikanska forsetan og varaforsetan, Donald Trump og J.D. Vance í gjárkvøldið, setur republikanski senatorurin, Lindsey graham spurnartekin við, um tað yvirhøvur ber til hjá USA at samráðast við ukrainska forsetan.
– Tað, eg sá var óvirðiligt, og eg veit ikki, um vit nakrantíð kunnu handla við Zelenskyj aftur, segði hann við tíðindafólk á veg úr Hvítu Húsunum í gjárkvøldið.
Sambært Graham má Zelenskyj annaðhvørt broyta hugburð ella leggja frá sær og senda eitt annað umboð, sum amerikanarar kunnu samráðast við.
Fleiri aðrir republikanarar hava víst Trump teirra stuðul í kjalarvørrinum á fundinum, men aðrir republikanarar finnast eisini at atburðinum hjá Trump á fundinum og kalla tað eina vanlukku fyri amerikanskan uttanríkispolitikk.
Ein, sum finst at amerikanska forsetanum, er Don Bacon, limur í Umboðsmannatinginum.
Hann sigur m.a., at Ukraina ynskir at vera sjálvstøðugt og ein partur av vesturheiminum, og at Russland hatar vesturlendsk virði.
– Vit eiga at vera meira greið í mun til, at vit standa fyri frælsi, sigur hann sambært Axios.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald