
Ófriður og ótryggleiki mynda í løtuni støðuna í Tigray landslutinum í Norðuretiopia. Humanitera kreppan í økinum er sostatt vorðin alsamt meira álvarsom, og stórur tørvur er á hjálparátøkum, sigur Reyði Krossur Føroya, sum hevur avgjørt at lata 300.000 krónur til hjálparátøk hjá Reyða Krossi í Etiopia.
– Stór fólkaflyting sæst, og fleiri enn 30.000 etiopar hava leitað sær friðskjól í Sudan. Harumframt hava fleiri hundrað etiopar latið lív, og ST metur, at fleiri enn 200.000 etiopar verða noyddir at flýggja frá stríðum í komandi tíðina. Tigray landsluturin er heimastaður fyri fleiri enn 600.000 etiopar, sum hava tørv á mathjálp og bráðfeingishjálp. Eisini hava ein millión etiopar tørv á einum trygdarneti.
Reyði Kossur hevur, grundað á meginregluna um neutralitet, fingið loyvi frá stríðspørtunum, at flyta neyðstødd, sum hava tørv á læknahjálp, til heilsudeplar ella sjúkrahús. Harumframt, arbeiðir Reyði Krossur í Etiopia við at leita eftir familjulimum, sum eru burturblivnir orsakað av ófriðinum í Tigray landslutinum.
Reyði Krossur Føroya, sum fyri tveimum vikum síðani fekk omanfyri tríggjar mió. krónur á landsinnsavningini, lat eisini eina millión krónur til Sýria í farnu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald