Í fleiri londum verða royndir í løtuni gjørdar við einum enn einum koppingarevni, sum tykist at kunna verja móti koronu.
Talan er ikki um eitt beinleiðis nýtt koppingarevni, tí koppingarevnið er 100 ára gamalt, og er gjørt til at verja móti tuberklum.
Men sambært nýggjari kanning úr Grikkalandi kann koppingarevnið geva eina verju á 68 prosent móti nýggja koronavirusinum, SARS-CoV-2. Hetta tykist tó bert at rigga, um persónur verður koppsettur tvær ferðir.
Eisini í Hollandi, Avstralia og Suðurafrika verða kanningar gjørdar við koppingarevninum.
Hollendskir granskarar hava ikki sæð eins góð úrslit sum í Grikkalandi, men sambært TV2 kann orsøkin vera tann, at royndarpersónar bert hava fingið ein skamt og ikki tveir.
Í eitt nú Grikkalandi og Suðurafrika verða børn koppsett fyri tuberklum, og tí verður talan um eina endurkoppseting. Tað sama er ikki galdandi í Hollandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald