Martin Breum verður at hoyra í Auluni í Finsen í kvøld klokkan 19.
Martin Breum er útbúgvin tíðindamaður og var í mong ár vertur í sendingini Deadline á DR2, og í kvøld fer hann at hava framløgu um framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Høgni Reistrup, fyriskipari, hevur boðið Martin Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, sum hann hevur í viðførinum eftir at hava ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í heiminum í framtíðini.
- Allir føroyingar hava eina hugsan um ríkisrættarligu støðu føroyinga í danska ríkinum. Og nú hevur ein nýggjur áhugi fyri hesum spurningi eisini tikið seg upp millum danir, sigur Høgni Reistrup.
Við sær hevur Martin Breum eisini nýggju bókina "Hvis Grønland river sig løs – en rejse i kongerigets sprækker", har danskir politikarar og leiðandi embætisfólk bróta tøgnina og siga sína hugsan um Føroyar og Grønland í danska ríkinum.
Í bókini hevur tíðindamaðurin eitt nú samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum, sum er liðilig og bæði skilir og góðtekur, at ríkisrættarligu karmarnir hjá Grønlandi og Føroyum kunnu broytast – ikki í morgin, men í komandi tíðum. Eisini ein av fremstu embætismonnunum í Danmark, Peter Taksøe-Jensen, sum skrivaði frágreiðing við viðmælum um framtíðar trygdar- og uttanríkispolitikk hjá dønum, sær í havsbrúnni eina framtíð, har londini eru sjálvstøðu, men samstarva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald