Uttanlands

Ríkisfelagsskapurin á tímatalvuna

Ríkisfelagsskapurin skal gerast ein partur av undirvísingini í danska fólkaskúlanum, halda fleiri felagsskapir

Mynd: DR

Mynd: DR

2018-09-13 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Børn í danska fólkaskúlanum eiga at læra um ríkisfelagsskapin. Tað halda fleiri felagsskapir, sum nú hava gjørt eitt borgarauppskot, sum Føroyahúsið í Keypmannahavn m.o. er partur av.

Sambært kanningum vita danir í dag alt ov lítið um Grønland og Føroyar, og tað ynskja hesir felagsskapir nú at broyta uppá.

"Fordómar fylla ov nógv millum borgarar í ríkisfelagsskapinum; "Ert tú grønlendingaskít?" "Drepur tú hvalar til stuttleikar?" "Býrt tú í einari iglo?" - slíkar viðmerkingar hava langtíðaravleiðingar fyri grønlendingar og føroyingar í og uttanfyri Danmark," stendur millum annað í uppskotinum.

Til ber at lesa meira um uppskotið á heimasíðuni hjá fólkatinginum.

Fyri at uppskotið skal verða lagt fram í fólkatinginum, er neyðugt við 50.000 stuðlum. Higartil hava 827 fólk stuðlað uppskotinum.

Um 50.000 fólk hava stuðlað uppskotið aftaná 180 dagar, verður tað sett á dagsskránna í fólkatinginum, sigur Martin Karbech Mouritsen, nevndarformaður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í samrøðu við Kringvarpið.

Samrøðan við Martin Karbech Mouritsen kann hoyrast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder