2018-09-11 12:59
Í gjár lendi algeriski ríkmaðurin Rachid Nekkaz í Danmark, tí hann fyrr í ár lovaði, at hann fór at rinda fyri allar bøtur, ið kvinnur fáa í Danmark, fyri at vera í burka ella niqab í almenna rúminum.
Sokallaða maskuforboðið varð sett í verk 1. august í Danmark, og inntil víðari eru tvær kvinnur og ein maður dømd at rinda bøtur fyri at fjala andlitið.
Klokkan 15 í dag danska tíð fer sjálvboðaði sekuler-muslimski Rachid Nekkaz at hava tíðindafund, har hann fer at gjalda fyri bøturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald