Uttanlands

Ringasti stormur í mannaminni í Álandi

Ein maður lat lív undir uppruddingararbeiði í gjárkvøldið

(Mynd: nyan.ax)

(Mynd: nyan.ax)

2019-01-03 12:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Álandsoyggjar hava hesi seinastu samdøgrini upplivað ein av ringastu stormunum í nýggjari tíð.

Ein 45 ára gamal maður lá eftirá í nógva vindinum í gjárkvøldið. Vanlukkan hendi undir upprudding, tá traktorurin, hann koyrdi í, fór á glið og koppaði oman yvir hann. Á tíðindafundi í morgun segði løgregluovastin í Álandi, at maðurin, so vítt kunnugt, ikki gjørdi uppgávur fyri myndugleikar ella nakað felag.

Stórur partur av oyggjalandinum í Eystrasalgi millum Svøríki og Finnland hevur ligið í streymloysi og uttan internet. Í morgun varð boðað frá, at yvir 8.600 húsarhald framvegis vóru uttan streym.

Yvir alt landið eru trø og skógarøki javnað við jørðina og nógvir bygningar hava rivið. Myndugleikarnir máttu skipa fyri neyðmóttøkum fyri borgarar, sum vóru komin illa fyri í nógva norðanvindinum nýggjársdag og í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder